Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Í dag spælir KÍ síðsta venjingardystin í Portugal

Jákup Ósá

Tann á pappírinum størsta uppgávan hjá KÍ er á skránni í dag.

Mótstøðuliðiið er Real Salt Lake úr MLS í USA. Hópurin hevur eitt virði á yvir 400 milliónir. KÍ hevur á ferðini tapt 1-0 móti Beijing Guoan úr Kina og 3-0 móti Silkeborg úr Danmark. Hetta er ein av síðstu venjingardystunum hjá Real Salt Lake áðrenn fyrsta landskappingardyst um tvær vikur, sum verður móti Lionel Messi og hinum í Miami.

Dysturin í dag byrjar kl. 13.00. Ógreitt er, um møguligt verður at stroyma dystin.