Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Á Sand í dag í góðveðrinum

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Vit bæði eg og Elsa valdu at brúka dagin í dag til ein túr í Sandoynna. Hanus hevði boðað frá útsynningi í dag við nærum ongum vindi. Spurningurin var so um rætt var at fara úr Klaksvík. Men veðrið sýntist at vera tað besta um alt landið, so vit tóku kjansin.

Dagurin royndist eisini júst sum veðurforsagnirnar søgdu og komin til Sands var av besta veðrið, hóast tokan var eitt sindur tjúkk partar av túrinum suður. Sum myndirnar vísa, so fingu vit ein flottan túr. Gjørdu ein lítlan steðg í Trøðum á Sandi har Kristian Andreasen, svágur eigur hús. Síðani gekk leiðin suður í Skálavík, har vit ætlaðu okkum at vitja restaurantina, men hon var ikki opin tá vit vóru har. Men Elsa hevði kaffi og okkurt lekkurt frá Amarant við suður, so vit settust til eina hugnaløtu við kaffi og vøkrum útsýni í bilinum niðri á lendingini.

Sjálvandi var myndatólið við og niðanfyri er tað, eg fekk burturúr í so máta. Sigast skal, at tjaldrið vit sóu, sóu vit í Kaldbaksbotni, rokni við at hetta tjaldrið hevur hildið til har um leiðir í vetur, tí tað er helst ov tíðliga at vænta tað at vera komið uttanlanda frá longu, nú lítil mánaði er til Grækarismessu. Njótið myndirnar, eg haldi at tær siga okkum at várið nærkast:

Harleywoodpaint