Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ferencváros hevur ikki tapt altjóða dyst á heimavølli síðani KÍ-dystin

Jákup Ósá

Í morgin skulu meistararnir úr Ungarn aftur royna seg á heimavølli í Conference League.

Ferencváros er uttan samanbering besta liðið, sum nakað føroyskt lið hevur sent út úr altjóða kapping. Tað sóu vit áðrenn teir møttu KÍ, og tað hava vit sæð aftaná teir møttu KÍ. Tí eftir at teir taptu móti KÍ fóru teir í Conference League. Har eydnaðist at koma í bólkaspælið og síðani at koma víðari úr bólkinum. Í play-off dystinum møttu teir Olympiakos úr Grikkalandi. Fyrri dysturin í Grikkalandi endaði 1-0 til Olympiakos, meðan tann seinni dysturin í Budapest verður í morgin.

 

Ferencváros hevur ikki tapt á heimavølli í altjóða dystum síðani KÍ-dystin. Úrslitini hava verið:

Ferencváros-Shamrock Rovers 4-0

Ferencváros-Hamrun Spartans 2-1

Ferencváros-Zalgiris 3-0

Ferencváros-Cukaricki 3-1

Ferencváros-Genk 1-1

Ferencváros-Fiorentina 1-1