Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fundurin um burđardygga ferdavinnu útsettur

Jóhann Lutzen

Vit framskundadu fundin tveir tímar, orsakad av Torratinginum, men tíverri hava fólk ikki fingid tad vid, sigur Oyvindur av Skardi, fulltrúi í Vinnumálarádnum. Fundur verdur nú hóskvøldi 22 februar kl. 19.30 í Skálanum

 

Uttanríkis og vinnumálaradid ferdast um dagarnar kring landi at kunna um lógaruppskoti um burdardygga ferdavinnu. Í kvøld skuldi upprunalig vera fundur kl. 19.30 í Skálanum. Hesin fundur vard framskundadur tveir tímar orsakad av Torratinginum, sum eisini verdur fyriskipad í Klaksvík í kvøld. Hetta sigur Oyvindur av Skardi, fulltrú í Vinnumálarádnum. 

Vit lýstu at fundurin skuldi verda kl. 17.30, men tad hava fólk tíverri ikki fingid vid. Tí skipa vid fyri sama fundi í annadkvøld í Skálanum kl. 19.30, sigur Oyvindur vid Nordlysid.

Hoyringsfreisting gongur annars út í morgin kl. 15.00 og spurdur um hoyringsfreistin verdur útsett samsvarandi útsetta fundinum, segdi Oyvindur at hoyringsfreistin er fríggjadagin 23 februar kl. 15.00. 

Stór ónøgd millum festarar og ódalsfólk

Nordlysid hevur fingid nógvar uppringingar av uppøstum fundarfólki, sum møttu til læstar dyr í Skálanum kl. 19.30. Vit hava fingid at vita at eini 80 fólk møttu upp kl 19.30 uttanfyri Skálan, í mun til eini 4 fólk kl. 17.30.