Fyrrapartin í dag var Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna og ungdómsmálum, á fund við borgarstjóran. Teir báðir umrøddu nógv mál av felags áhuga.
Karl Johansen, borgarstjóri, kunnaði yvirskipað um gongdina í kommununi, og John Færø, trivnaðarstjóri, greiddi frá, hvat rørir seg á barna og ungdómsøkinum í kommununi. Aftaná var tíð sett av til kaffiprát um ymisk mál, eitt nú vóru barnaverkætlanin og barnaverndarøkið umrødd.



