KÍ-B68 spæla í Klaksvík í dag.
Hetta er síðsti dystur hjá KÍ áðrenn kappingarárið byrjar um eina viku við stórsteypadystinum móti HB leygardagin 2. mars kl. 16.30. B68 vitjar í Klaksvík og sannlíkt er, at allir teir nýggju KÍ-leikararnir verða at síggja, tí nú hevur nýggi málverjin, Mark F. Jensen, eisini havt sínar fyrstu venjingar.
Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 13.00.



