KÍ sannførdi ikki í síðsta venjingardystinum áðrenn stórsteypadystin.
Tað endaði 1-0 til KÍ móti B68 í dagsins venjingardysti í Klaksvík. Málið skeyt Árni Frederiksberg eftir eitt mistak frá B68-verjuleikara, sum misti bóltin til Árna. KÍ hevði onkrar stórar málmøguleikar í fyrra hálvleiki og tvær ferðir var Pætur Petersen nær við, meðan Brian Jakobsen hevði stóran møguleika fyri B68, tá KÍ misti bóltin í uppspælinum.
Í seinna hálvleiki vóru fáir málmøguleikar. Men KÍ fekk brotsspark, tá innskifti B68-málverjin gjørdi eina svakliga, skaðahóttandi takling á Páll A. Klettskarð, sum at síggja til slapp við skrekkinum og kundi spæla dystin lidnan eftir at hava ligið við pínu eina løtu. Árni Frederiksberg skeyt brotssparkið á stongina og út.
Samanumtikið manglar enn nógv í hjá KÍ, tó at batar vóru í verjupartinum, tí hesaferð fór einki mál ígjøgnum. Spælið hongur ikki serliga væl saman, og nógv teknisk mistøk eru. Tað hoyrir til søguna, at KÍ byrjaði sína venjing 22. januar, sum er tvær-tríggjar vikur seinni enn hini liðini. Og dagsins venjingardystur minti meir um ein av teimum, sum man sær hálvan januar heldur enn ein, sum er tann síðsti áðrenn stórsteypadyst.
KÍ byrjaði við hesum liðnum: Ari í H. Petersen – Jóannes K. Danielsen, Símun Kalsø, Jákup B. Andreasen, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Dan í Soylu, Claes Kronberg, Mads B. Mikkelsen – Pætur Petersen, Páll A. Klettskarð. Í hálvleikinum komu Mark F. Jensen og René S. Joensen inn og seinni kom Jóhan Josephsen inn.


