Tey eru virkin og vitja nógvar lista- og mentanarbýir eisini úti í heimi, og hava m.a. verið í St. Pætursborg og París, men í dag lá leiðin til Klaksvíkar.
Á skránni stóð vitjan í Varpinum, Kappróðrarneystinum og síðani at síggja listaframsýningina hjá Hans Paula Olsen í Gamla Seglhúsinum.
Í Varpinum greiddi Dávur Winther frá um tilgongdina við mentanarhúsinum í Klaksvík, sum hevði sín uppruna í 2008. Eitt drúgvt prát hevði verið um innihaldið, sum endaði við einum ætlanarskrivi um hvussu húsið kundi síggja út og síðani eini innbjóðing til uppskot um hús, har verandi posthús var ein partur av eini størri heild.
Uppskotið vann Ósbjørn Jacobsen Arkitektar sum partur av Henning Larsen arkitektar.
Alla tíðina hevur ljóðgóðskan verið týðandi lutur í húsinum, og tykist tað at her hava vit rakt seymin á høvdið. Tað stuttu tíð húsið hevur verið tøkt til ymsar framførslur hava fleiri kend tónleikafólk bedýrað ljóðviðurskiftini sum verandi av teimum allar bestu í landinum. Onkur hevur enntá kallað húsið tann ”Lítla Harpan”.
Pallmaðurin hjá Rúna Brattaberg, sum hevur ferðast um allan heimin, hevur verið á vitjan fyri stuttum saman við Rúna, og legði hann herðslu á, at hetta húsið mugu tit selja altjóða, tí ljóðgóðskan er serstakliga góð! Sama sigur Sunleif Rasmussen, tónaskald.
Tá ið vit komu upp í høllina, fingu vit ljóðroyndir frá Andras Sólstein á trimum ymiskum hornum, Trompet, Cornet og Flygelhorn. Hetta var hugtakandi at hoyra, sum eisini undirbygdi tað, ið undan er sagt um ljóðviðurskiftini.
Føroya Listafelag hevði aðalfund 28.06.23. og skipaði nevndin seg við Hilmar Høgenni, sum formanni, Pál Weihe, næstformaður, Katrin í Gongini, vevstjóri, Julianna Klett, umsitari av Kambanshúsi, Leivur Holm, skrivari og Regin Vilhelm, sum kassameistara
Listafelagið varð stovnað í Keypmannahavn tann 23. mars í 1941. Felagið er við øðrum orðum eitt krígsbarn. Stovnararnir vóru fólk, sum vóru stødd í Danmark m.a. í útbúgvingarørindum og sum knappliga ikki sluppu heim til Føroya. Sambandið var kvett, tá ið týski herurin hertók Danmark tann 9. apríl og bretski herurin Føroyar tann 13. apríl 1940.
Tú kanst lesa meir um søgu felagsins her
Við í ferðalagnum á vitjanini í Klaksvík dag var m.o. Árni Winther, arkitektur, sum var hugtikin av Varpinum, ið var so fleksibult og kundi so nógv, og ikki minst at høllin var so flott og ljóðgóð. Hann helt fyri: ”Tit hava fingið ómetaliga nógv fyri pengarnar”!
Kappróðarneystið er ein onnur perla, sum eisini Ósbjørn Jacobsen hevur teknað. Har er eitt kalt øki, sum bátarnir verða goymdir og umvældir í og so tað heita økið, har venjingar, skifting, fundarvirksemi og hugnaøkið er.
Men ikki minst vakti listaverkið hjá Edward Fuglø stóran áhuga, har hann hevur tikið ein av teimum eldru bátunum sundur, sum Niclas í Koltri hevur smíðað, og sett lutirnar uppaftur á berandi langveggin sum eitt listaverk.
Her greiddi Sonja Kjølbro frá og eisini um hvussu stuðul var latin til listaverkið, har Augustinus Grunnurin og Klaksvíkar kommuna høvdu sín leiklut í, at verkið kundi lata seg gera.
Listarframsýningin á Gamla Seglhúsinum hevur verið væl vitað, og nýttu tey í Listafelag Føroya framsýningina við tekningur og skitsku eftie Hans Paula Olsen ”på egn hond”. bóndakonan í Hattarvík hevði borðreitt við hópin av fyrsta flokks og góðum skerpikjøti frá Eystfelli.
Ein frálíkur dagur lótu øll at í Føroya Listasavni og fóru fleiri teirra eisini til frálíku konsertina við Suð, Silvitni & Fljóðljóð í Varpinum.





































