Í stórsigrinum hjá KÍ ímóti ÍF fingu Jóhan, Jákup, Símun, Silas og Dávid spælitíð.
Tað at skaðar valda í hópinum gevur yngru spælarum møguleikan at vísa seg fram, og ímóti ÍF smæddust teir ikki burtur.
Jóhan Josephsen og Jákup Norðoy Vilhelmsen vóru við frá byrjan. Hetta er fyrsti dystur frá byrjan hjá Jákupi, meðan Jóhan byrjaði ein dyst í fjør ímóti EB/Streymi. Báðir kláraðu seg væl har, Jóhan skoraði eitt mál, meðan Jákup helt málið reint saman við René í miðverjuni.
Í seinna hálvleiki komu Símun Kalsø, Silas Gaard og Dávid B. Andreassen inn, og har má sigast, at kvaliteturin av fótbóltsspælinum, og málmøguleikarnir als ikki lækkaðu við teimum inni.
KÍ hevur seinastu árini sett stórt fokus á ungdómsarbeiðið hjá felagnum og arbeiðir miðvíst at fáa lokalar leikarar á eitt nóg høgt støði til besta mansliðið.
Við sovornum ungum, evnaríkum spælarum síggja vit tekin til at akademi’ið byrjar at vísa úrslit.
Koyr á Kí!





