Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggir kendir klaksvíkingar

Jákup Andreasen

Tey, sum eru komin eitt sindur til árs, minnast væl hesar tríggjar menninar, sum á hvør sín hátt vóru við til at menna Klaksvík til tað, sum býurin er ídag

 

Maðurin longst til vinstru við sykluni er Fischer Heinesen (1901-1991), maðurin í miðjuni við høkjum er Lamba-Kristian ella Kristian á Kinn, sum hann eisini var nevndur, og longst til høgru stendur eldri Einar Waag (1894-1989). Á myndini fáa teir sær eitt prát stutt niðanfyri húsini hjá Lamba-Kristian til høgru í myndini.

Fischer avrikaði so mangt til gagns fyri Klaksvík, men er kanska best kendur fyri at leggja grundarlagið undir Klaksvíkar Sjómansskúla. Hann var havnarfúti í býnum í eitt langt áramál, og hann hevði ein sera virknan leiklut í læknastríðnum, sum endaði við, at hann sat átta mánaðir í fongsli í Havn.

Kristian var fiski- og útróðrarmaður, og í eldri árum róði hann út um sumrini við synunum við maskinbátinum “Jarnheysur”. Kristian var ofta at síggja til gongu í býnum, og tá gekk leiðin ofta norður á Stengurnar.

Einar var helst mest kendur sum stjóri og eigari av Føroya Bjór. har hann menti fyritøkuna, sum pápi hansara hevði sett á stovn. Einar var eisini sera aktivur í politikki, har hann heilhjartaður stuðlaði javnaðarflokkinum.

Símun Waag Høgnesen tók myndina.