Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trý aðalstjórastørv leys at søkja

Tíðindaskriv

Vit leita nú eftir trimum dugnaligum og framskygdum aðalstjórum til ávíkavíst Løgmálaráðið, Umhvørvismálaráðið og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.

 

Talan er um spennandi størv í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv, vitanarskifti og fakliga menning. Aðalstjórin er fremsti fakligi og politiski ráðgevi hjá landsstýrisfólkinum, og hevur somuleiðis ovastu ábyrgd av dagligari leiðslu, menning og rakstri í sínum stjórnarráði.

Freistin at søkja er fríggjadagin 17. mai kl. 12:00.

Les meira her.