Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-finaluni

Flogbóltssamband Føroya

Líkt var til, at fyrra FM-finalan millum Mjølnir og SÍ fór at gerast rættiliga spennandi, tí púra javnt var í fyrsta setti – t.v.s. til 20-20, men so vann Mjølnir fýra stig á rað og settið 25-21, og eftir hetta sást hvønn veg tað bar, tí í øðrum setti var SÍ púra fyri ongum, og Mjølnir vann lættliga 25-13.

 

 

Føroya Tele-deildin, menn:

Fyrra hálvfinalan:

Mjølnir – SÍ (25-21, 25-13, 25-23)

 

Nakað av spenningi kom í aftur í triðja setti, tá SÍ var á odda 11-9, men løtan var stokkut, tí seks bóltar seinni var Mjølnir frammanfyri 15-11. SÍ gjørdi ein vørr og javnaði til 19-19, 20-20 og 22-22, men kom ongantíð framum, og so var tað ístaðin Mjølnir sum vann 25-23.

Seinna finalan verður spæld leygardagin kl. 18 í Høllini á Hálsi. Vinnur Mjølnir – sama hvat settmunurin er – so er føroyameistaraheitið teirra. Vinnur SÍ – sama hvat settmunurin er – so verður føroyameistaraheitið avgjørt í gullsetti, sum gongur upp í 15.