Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fráfaringargudstænasta í Christianskirkjuni

Jóhann Lützen

Sunnumorgunin heldur Hanus sína seinastu gudstænastu  í Christianskirkjuni sum sóknarprestur her.  Nakað verður gjørt burturúr. Klaksvíkar Hornorkestur spælir sálmaløg í kirkjuni frá kl.10.45 til kirkjuklokkan kallar fólkið saman. Kórið í Christianskirkjuni luttekur eisini við sangi.

Eftir 16 árum sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi, takkar Hanus á Gørðum fyri seg. Tað var hin 1.august 2008, at Hanus á Gørðum varð spurdir av Jógvani Fríðrikssyni at koma til Klaksvíkar sum vikarur í prestagjaldinum. Magnus B Jørgensen var vorðin sjúkur og Niels Pauli Danielsen var við at fara frá sum sóknarprestur vegna aldur. Hin 10. Januar 2010 varð Hanus so settur í fast starv sum sóknarprestur við kirkjubóka – og jarðaferða myndugleika. Hetta embætið hevur hann røkt, til hann nú 5 mai verður innsetur í Vesturkirkjuni sum sóknarprestur í Suðurstreymoyara vestara prestagjaldi við høvuðsábyrgd av Landssjúkrahúsinum og Varðhaldinum.                                                                                             