Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Samgongan kreppufund kl. 14.00

Jóhann Lützen

Norðlýsið hevur vitjað í løgtinginum í dag, og sum Norðlýsið skilir, so skal samgongan á kreppufund nú kl. 14.00.

Tað hava verið innannhýsis ósemjur um ymisk mál, ið hava sett dagsskránna seinastu tíðina, og bara fyri at nevna nøkur mál úr rúgvuni, so kann nevnast málið um gongd í haga, elveitingarlógin, lániheimild til Bústaðir og um lønardeildin hjá fíggjamálaráðnum skal leggja málið um verkfall fyri løgtingið.

Omaná alt hetta, so eru eisini onnur mál, ið níva partar av samgonguni. Her verður hugsað um málið um fosturtøku og lønir til løgtingsfólk.