Leygardagin 25 mai var eg í Christianskirkjuni í samband við eina rundvísing við einum ferðalagið av donskum kvinnum.
Við í kirkjuni vóru 2 klaksvíksdamur, Joan Midjord og Kára Arthursdóttir. Tað vístu seg at tær fyri 31 árum síðani høvdu arbeitt sum au pair í ávikavist hálvt annað ár og 5 mánaðir hjá tí eini kvinnuni, Anne Sophie Gamborg. Anne Sophie Gamborg búði tá á Harragarðinum Rodhen Gods. Maður Onnu Sophie, Stig Gamborg andaðist fyri stívliga 1 árið síðani.
Rohden Gods bleiv í 2003 keypt av legoarvinginum Anders Kirk Johansen
Anne Sophie og Stig yvirtók í 2002 Møllerup Gods sum mamma og pápi hennara áttu. Har vóru Joan og Kára mangan á vitjan. Mamman, Lene luttichau, sum er fyrrverandi hofdama hjá Margrethu Drottning, var eisini við í fylgjunum. Somuleiðis vóru eisini 2 aðrar hofdamur, sí mynd.
Møllerup Gods verður ídag rikið av tí elsta soninum hjá Anne Sophie, Alexander Gamborg. Hann yvirtók í 2019.
Joan og Kára tóku sær av Alexander og Christoffer meðan tær vóru á Rohden Gods. Amalie dótturin var bert 3 mánaðir tá tær góvust og síðani er eisini Valdemar komin, sum tær ikki hava sæð.
Joan og Kára hava avtala við Anne Sophie at tær koma at vitja á Møllerup Gods einaferð tá tað eisini liggur fyri hjá synunum.
Vinna Ósa Eliasen sum eisini hevur arbeitt á garðinum kundi tíverri ikki verða við á degnum.




