Eitt tað fyrsta staðið, at samleikaskiftið hjá fyrrverandi Bank Nordik aftur til Føroya Banka er sjónligt, er á básinum hjá bankanum á vinnumessuni Atlantic Fair í Klaksvík. Norðlýsið hevur tosað við tvey av leiðandi oddafólkunum í bankanum um bæði samleikaskiftið og teirra leiklut á vinnumessuni.
Turið Arge, stjóri í bankanum, er komin á Atlantic Fair og sigur soleiðis um, at heitið er broytt aftur til tað vælkenda Føroya Banki:
– ”Tað hevur riggað heilt væl. Vit hava fingið øgiliga mangar positivar afturmeldingar um, at vit eru farin aftur til Føroya Banka-navnið, sum er eitt øgiliga sterkt ”brand” og sum hevur livað øll árini í Føroyum, hóast vit hava itið Bank Nordik í nøkur ár. Heilt mong fólk hava nevniliga rópt okkum Føroya Banka alla tíðina. So fólk hava tikið øgiliga væl ímóti, at vit eru farin aftur til at brúka upprunaliga navnið.”
Um týdningin av vinnumessuni fyri bankan sigur Turið Arge: – ”Vinnuøkið hevur heilt nógv at siga fyri Føroya Banka. Tað er ein umráðandi partur av okkara virksemi, og tað at vera til staðar til tiltøk sum hetta, hevur nógv at týða. At koma út millum fólk, hoyra hvat rørir seg, hvat fyllir og hvørjar ætlanir eru, er altíð stuttligt at vera við til”.
Jón Brekku er vinnudeildarleiðari í Føroya Banka, ið luttekur við bási á Atlantic Fair. Spurdur um hvat motiverar vinnudeild bankans at koma, greiðir Jón soleiðis frá:
– ”Vit hava verið á hesi messuni tey seinastu mongu árini, og serliga fiskivinnan er nakað, vit hava nógv við at gera. Vit halda tað tí vera stak hóskandi at vera her og tosa við kundar og onnur. Talan er bæði um verandi kundar og at røkja sambondini við teir, og eisini at koma í samband við potentiellar nýggjar kundar. Vit fáa mong prát og tosa við øll”, sigur Jón.
– ”Tænasturnar, sum vit veita, eru bæði produkt av ymiskum slagi, men fyrst og fremst er talan um fígging. Eitt nú til keyp av bygningum og fígging av menningarætlanum hjá fyritøkum, ið ynskja at menna seg á ymiskum økjum. Men prátið á eini tílíkari ráðstevnu eru ikki so nógv um ítøkilig produkt, men meira um ætlanir, sum fyritøkur hava, og tað førir javnan til, at nakrir fylgjandi fundir verða avtalaðir, har kundarnir og bankin gerast meira konkretir um eitt nú fíggingarloysnir og kunnu gera avtalur”, sigur Jón Brekku, deildarleiðari á Vinnudeildini í Føroya Banka.




