Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Netastovan er ein fyritøka í varligum vøkstri

Jóhann Lützen

Fyritøkan Netastovan byrjaði við at gera botntrol til partrolarar og trolarar í Barentshavinum og við Grønland, er seinni farin undir at framleiða rækjutrol, og tað næsta verður flótitrol. Keypararnir eru bátar í Føroyum og Grønlandi, og stjórin sigur, at vónin er at røkka longur út enn tað.

René Havmand er stjóri á Netastovuni. Netastovan varð stovnað á sumri í 2022 og René kom til 1. januar í 2023. Fyrsta tíðin fór við nakað av bygging og við at fáa fólk at manna Netstovuna, sum í dag telur 10 starvsfólk.

Norðlýsið hevði eitt prát við hann fyri umleið einum ári síðani, og vit spyrja hann á Atlantic Fair, hvussu tað hevur gingist síðani:

– “Eg meti sjálvur, at tað hevur gingið væl. Tað hevur verið eitt sindur at gjørt alla tíðina, og vit hava serviserað bátarnar, sum hoyra til reiðaríið og nakað afturat. Framtíðarútlitini eru, at fyritøkan stendur í vøkstri og skal hava fleiri starvsfólk. Vit ansa tó væl eftir, at vit ikki vaksa alt ov skjótt, men ynskið er í øllum førum at gerast størri”, sigur René Havmand, stjóri.