Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Málningaframsýning hjá Victor

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Í dag kl. 16. læt upp forvitnislig framsýning upp í hølunum hjá Victor á Lakjuni á Stangavegur 13 í Klaksvík.

Talan var um hópin av listaverkum – um 60 í tali. Men vegna hópin av teimum ”steivu og beinraknu” tekningunum hjá Jens Klæmint Jacobsen, so er talan um eina rúvu at velja í.

Tey, sum sýna fram, eru: Finleif Mortensen, Eli Smith, Jens Klæmint Jacobsen, Jensia Klæmintsdóttir Rasmussen, Ellinor Mercedis og Jón Magnus Joensen.

Hølini eru gamla smiðjan og framsýningarhølið hjá Victor á Lakjuni, ið eisini er ein søguligur bygningur.

Søguna um bygningin fingu vit frá Oddmar á Lakjuni, býráðslimi, ið setti framsýningina við hugleiðingum og ættarsøgum um bygningarnar báðar, sum nú eru undir einum taki.

Eisini hugleiddi Oddmar, sum er bróðir Kristian á Lakjuni, ið hevur skipað fyri og sett framsýningina saman um tey ymsu listafólkini, samstundis sum hann ynskti teimum mongum, ið komin vóru, hjartaliga væl komnum.

Sum um tað ikki var nóg mikið, so spældu eisini Danny Baldursson og Símun Dam frá DANNY & THE VEETOS til løtuna, áðrenn boðið var til ein betri bita og okkurt at leska sær við.

Ein frálík framsýning, sum tú mást síggja. Framsýningin er soleiðis opin:

Fríggjadag, 31. mai, kl. 16 – 21

Leygardag, 1. juni, kl. 13 – 21

Sunnudag, 2. juni, kl. 14 – 20

Mánadag 3. juni – til hósdag 6. juni, kl. 15 – 19.