Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er ikki klárt, men tað verður tað!

Alexandra á Dul

 

Ein viðmerking frá mær, nú nógv verður skrivað um nýggja MR-virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. At fáa nýggja MR-virksemið upp at standa, hevur verið ein sera stór uppgáva. Nógv arbeiði er avgreitt, og okkurt er Sjúkrahúsverkið enn ikki komin á mál við. Ein av uppgávunum, sum vantar enn, er prostata skanningar. Starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum arbeiða miðvíst við at koma á mál við hesum og fær hetta arbeiðið dyggan stuðul frá okkum øllum í leiðslubólkinum fyri Sjúkrahúsverkið.

Enn verður skannarin ikki nýttur til fulnar, men tað verður arbeitt miðvíst fram ímóti hesum, so borgarar kunnu fáa øll sløg av skanningum bjóðaðar í Føroyum. Vit síggja fram til, at allar viðkomandi skanningar kunnu leggjast í fasta legu í Føroyum, eisini prostata.

 

Alexandra á Dul

Sjúkrahúsverkið

Harleyfacadeacryl