Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Grindahvalir verða fluttir til Klaksvíkar

Jóhann Lützen

Vit hava fingið at vita at lastbilar við grindahvalum koyra úr Hvannasundi til Klaksvíkar, sigur Karl Johansen við Norðlýsið

 

Norðlýsið hevur tosa við Karl Johansen, borgarstjóra at frætta nærri, hvussu tað verður við býting og uppskering v.m 

– Vit hava fingið at vita, at lastbilar við grindahvalum koyra úr Hvannasundi til Klaksvíkar. Síðani verða teir merktir her og síðani býta vit uppá gamla mátan, sigur Karl Johansen við Norðlýsið

Tað koma eini 200 hvalir til Klaksvíkar og Eysturoynna. Júst nær vita vit ikki, men tað er bara at fylgja við á Norðlýsinum, sigur borgarstjórin.