Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Málningaframsýning á laksatorginum

Jóhann Lützen

Á Laksatorginum 13/7 verður opið hús í Íshúsinum kl. 10-16. Har koma Finleif Mortensen og Sonja Ingolfsdóttir Jacobsen at sýna málningar fram.

 

Finleif við sínum sterku og kláru litum. Finleif hevur í nógv ár málað figurativar náttúrumálningar, men hevur flutt seg til eisini at mála abstrakt.

Sonja fer at vísa nakrar litríkar málningar, sum í høvuðsheitum koma at vísa eina løtumynd av gentum og kvinnum – ein steðgur mitt í lívsins meldri.

Laksatorgið er við bátahylin á Glyvrum. Framsýningin er opin leygardagin 13. juli frá kl. 10-16.