Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norð Festivalurin: Prísurin hækkar á midnátt!

Jóhann Lützen

Um tú vilt ogna tær atgongurmerki til ein feitan konsertdag á Viðareiði 31. aug. fyri einans 550 kr., so er at keypa nu, áðrenn prísurin hækkar í kvøld!

 

Keyp tíni atgongumerki her og spar pening:

 

Minst til, at Føroya Tele bussurin koyrir ókeypis frá sandinum í Klaksvík til Viðareiðis hvønn tíma allan dagin/náttina, so góðir møguleikar eru at skaffa sær fart báðar vegir.

Nøvn sum longu eru kunngjørd á Norð Festivalinum 2024:

TV-2, Týr, Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen, Kim Hansen (Eyðun, Terji og Kim), Grandma’s Basement, Signar í Homrum v/ bólki, Vágaverk, Maria R. á Heygum, Døgg Nónsgjógv, Karl Martin Samuelsen, Jens Marni Hansen, Ottar Skottar, Kular Røtur & Smíl og Rut Brend saman við Mikkjal Hvannastein.

Tað er á Viðareiði 31. aug. 2024 tað sker!