Í fimta parti av hesari minnissendirøð um Hiram (Hank) Williams fara vit at
hoyra um, hvussu tað gekst honum í seinnu helvt av 1949 og í byrjan av 1950.
Vit hoyra um, at sangurin “Lovesic Blues” kom at geva trupulleikar fyri Fred Rose og MGM platufelagið. Sjálv um hesin sangur gav Hank Williams atgongd til “Grand Ole Opry”.
Hank og Audrey keypa sær hús í Nashville. Og Hank byrjar eisini at framføra undir dulnevni “Luke the Drifter”, har hann
er meira revsandi ella fordømandi.
Tá ið árið 1949 endar, situr Hank Williams á toppinum innan country tónleik.
Tað er countrykennarin, Oddbjørn Vágslíð, sum leggur sendirøðina til rættis.
Sendingin er verður send í Útvarpi Føroya




