Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kristian Martin Jacobsen fingið tænastumedalju – 48 ár á MEST 

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 12. juli var hátíðarløta í kaffistovuni í Havn fyri Kristiani Martin Jacobsen sum fekk handað Kongsins Tænastuviðurkenning (belønningsmedalje) fyri trúgva tænastu hjá MEST í samfull 48 ár. Nógvir fyrrverandi og verandi starvsfelagar vóru við til væleydnaðu løtuna – har røða varð hildin, nú Kristian Martin hevði fingið viðurkenning frá kongi.

 

 

Kristian Martin byrjaði á Tórshavnar Skipasmiðju, sum hon var nevnd tá, tann 28. apríl 1975 og arbeiddi sum elektrikkari øll árini fram til 22. des 2023.

 

Á myndini sæst Mouritz Mohr, stjóri á MEST, handað Kristiani Martini tænastumedaljuna fyri trúgva tænastu.