Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Flest mál ígjøgnum síðani 2017

Jákup Ósá

Dysturin í gjár í Malmø var dysturin, har KÍ í altjóða fótbólti lat flest mál inn síðani KÍ spældi í Stokkhólmi í 2017.

Verjuspælið hjá KÍ í 2024 er ikki á sama stigi sum síðstu árini. Tað fara fleiri mál inn og móti svensku meistarunum sást hetta aftur á máltalvuni, har fýra mál fóru ígjøgnum og í mun til málmøguleikar var tað í tráð við dystargongdina.

Vit skulu aftur til útidystin hjá KÍ móti AIK í 2017, tá KÍ tapti 5-0, fyri at finna ein dyst, har KÍ lat fleiri mál inn.

KÍ-Malmø spæla seinna dystin í Klaksvík týskvøldið kl. 19.45.