Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Árantstovuættin hittist

Dávur Winther

Í kvøld eru heili 365 fólk savnaði í Varpinum at práta um ætt og upphav.

Talan er um ein part av eftirkomarum hjá Karin og Marius Dahl – ella Árantstovuslagið. Karin og Marius vórðu fødd í 1870-unum. Árantstova stóð í Uppsølum.

Har er  nógv at tosa um aftur við einum góðum bita. Eisini eru framløgur, søgur og frágreiðingar um ættina.

Tey læta væl at umstøðunum í Varpinum, sum rúmar væl so nógvum fólkum, ið sita við langborðum, heldur enn við rundum borðum, tá ið talan er um so nógv fólk.