Tað var stórur munur á liðunum í Sørvági.
KÍ hevði framt tríggjar broytingar frá Malmø-dystinum, men helt fast í trimum miðverjum. Hesaferð líktist tað eini 3-4-3 leikskipan.
Talan var um einvegis ferðslu størsta patin av dystinum. KÍ var greitt omaná og helst hevur tað spælt inn, at KÍ er í góðari dystarvenjing við dystum á høgum stigi, meðan 07 Vestur hevur havt summarsteðg frá teljandi dystum. Harafturat hevur 07 Vestur skift nógv út á liðnum og tapti eisini stórt í Runavík stutt áðrenn summarsteðgin. Meðen KÍ hinvegin er betri mannað enn nakrantíð fyrr í ár eftir, at fýra leikarar løgdust afturat í summar eins og fleiri skaddir leikarar eru blivnir frískir aftur.
KÍ vann 4-0. Málini undan steðginum skoraði Kristoffer Ødemarksbakken, sum byrjar at vísa dygdir eftir góðan dyst móti Malmø eisini. Í seinna hálvleiki skoraðu Jóannes K. Danielsen og Páll A. Klettskarð.
KÍ skifti nógv út og at síggja til kom eingin skaði undan stórdystinum á Tórsvølli hósdagin, tá KÍ skal royna at vinna sær eitt gott útgangsstig til seinna dystin í Bosnia & Hersegovina.
Málmunurin batnaði so nógv, at KÍ fór framum HB í kappingini um 2. plássið, tó at HB hevur leikt ein dyst færri.


