Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Borac Banja Luka fær sínar landskappingardystir útsettar

Jákup Ósá

Mótstøðulið hjá KÍ verður væl úthvílt báðar dystirnar.

Landskappingin í Bosnia & Hersegovina fór í gongd hetta vikuskiftið. Men dystirnir hjá báðum liðunum, sum enn eru við í altjóða kapping hjá Bosnia & Hersegovina, hava fingið sínar dystir útsettar bæði hetta og komandi vikuskiftið.

KÍ hevði líknandi fyrimun móti Malmø, har Malmø spældi landskappingardystir áðrenn og millum altjóða dystirnar. Móti Differdange 03 hevði KÍ fyrimunin av, at Differdange 03 ikki hevði spælt teljandi dyst í seks vikur.

KÍ-Borac Banja Luka spæla á Tórsvølli hóskvøldið kl. 18.00.