Her lekur í eyri og seyri og tað hevur staðið uppá í fleiri ár, siga sjavsararnir tá vit vitja teir í Gomlu Havnaskrivstovuni
Hvønn gerandisdag kl. 13.00 møtast eldri menn úti í Gomlu Havnaskrivstovuni at spæla sjavs. Teir spæla eisini leygardag. Teir hava hildið til her síðan 1992, fyrst í sunnara enda og seinnu árini í norðara enda. Karl Isaksen er ellisforseti og liðskipari. Hann møtur áðrenn og riggar til við kaffi og smákøkum, so alt er klárt tá hinir koma. Tað eru skiftandi makkarapør, alt eftir hvør møtir upp.
Vit eru sera glaðir fyri møguleikan at halda til her, vit koma út og hava tað hugnaligt saman. Vit práta um leyst og fast, sigur Karl Isaksen.
Miðalaldurin er høgur, onkur teirra er farin væl uppum 90 og nakrir eru væl á veg. Hølini er slitin og trongja til eina hond.
Her lekur í eyri og seyri og tað hevur staðið uppá í skjótt ein mansaldur, siga sjavsararnir






