Langt um leingi hevur miðdeild fingið eitt stórt og flott spælipláss við nógvum møguleikum.
Her er okkurt fyri øll, og ongum nýtist at keða seg.
Her kunnu børnini røra seg á ymsan hátt og eisini kunnu tey sita og práta og gera annað, sum tey tíma at gera.
Í fríkorterinum eru umleið 230 næmingar, sum nú hava fleiri møguleikar í at velja. Nú skulu vit leggja okkum eftir at fara væl við spæliplássinum og einast væl um ymsu møguleikarnar.
Vit á Skúlatrøð eru sera glað fyri nýggja spæliplássið.























