Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Smákyktafellur á Akursmørk

skulatrod.fo

Vit hava fingið ein áhugaverdan tíðindastubba frá 4.d, sum hevur verið úti og sett smákyktafellur

 

“Í Náttúru og tøkni hava vit í 4. fl. grivið krukkur niður á Akursmørk. Vit ætla at vita, um nøkur smákykt koma í krukkurnar.

Tá vit fóru at hyggja eftir krukkunum dagin eftir, at vit høvdu grivið tær niður í bøin, vóru vit bangin fyri, at tær vóru fullar av vatni, nú tað hevur regnað og regnað.

Men hóast nógv regn, vóru krukkurnar ikki druknaðar í vatni/regni, so avgjørt var at lata tær fáa frið til komandi hósdag.


Vit eru spent at vita um okkurt djór gongur seg í krukku-fellina.

Livst so spyrst.”

Vit eru spent at hoyra aftur frá royndini og vóna og vænta at frætta okkurt spennandi.