Aftur í ár er Føroyska landsliðið við í Continental Sheepdog Championship (CSC)
CSC er evropameistarakapping fyri seyðahundar. Kappingin er í Eysturríki í ár. 108 hundar luttaka í kappingini, teir umboða 18 lond. Byrja verður i morgin 28 August. Tríggjar teir fyrstu dagarnar verða innleiðandi kappingar. Sunnudagin verður finalan, tá seks teir bestu hundarnir, úr hvørji innleiðandi kapping, kappast.
Føroyar luttaka við 4 Hundum:
- Tummas Jacobsen við tíkini Linn og hundinum Moss
- Jónstein Petersen við hundinum Gripur
- Ketty A. H. Winther við tíkini Ragna
Føroyar hava undanfarin ár staði seg væl í kappingini, har fleiri av verðins bestu hundum luttaka. Spennandi verður at fylgja við hvussu fer at hilnast hjá teimum í ár.



