Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Deni Pavlovic eru allir við í Helsinki.
Hesir tríggir hava drigist við skaðar síðstu tíðina. Men teir eru við í Helsinki og tað er Árni Frederiksberg eisini. Árni var sjúkur í vikuskiftinum og tí ikki í hópinum móti EB/Streymi. Ivamál var um, hvørs Hallur Hansson hevði leikbann, men tað hevur hann ikki, tí reglugerðin sigur, at eitt kort frá teimum báðum fyrstu umførunum fellir burtur til play-off.
Jonn Johannessen fór skaddur av vøllinum sunnudagin. Fyrstu upplýsingarnar siga, at hann slapp væl og at tað ikki var nakað álvarsamt. Hann verður tó ikki tøkur til hendan dystin.
HJK Helsinki-KÍ møtast hósdagin kl. 17.00.


