Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tvey norsk manskór á vitjan

Jóhann Lützen

Heilt av tilvild vitja tvey norsk manskór oyggjarnar í somu viku

 

 

Mikudagin 18. Septembur kemur Kvæfjord manskor, og dagin eftir kemur heimskenda Oslo kórið den Norske Studentersangforening (DNS) til landið.

Kvæfjord syngur í Havnar kirkju hóskvøldið 19. Septembur kl. 19:30, og á Skúlatrøð í Klaksvík leygardagin 21. Septembur kl. 15:00.

DNS syngur í Varpinum í Klaksvík fríggjakvøldið 20. Septembur kl. 18:00, og í Hátúni í Tórshavn tann 21. Septembur kl. 19:00.

Tórshavnar manskór luttekur á konsertini í Hátúni og Klaksvíkar manskór luttekur á konsertunum í Klaksvík, bæði hjá DNS og Kvæfjord.

Kvæfjord konsertirnar eru ókeypis meðan atgongumerki til DNS konsertirnar fáast á www.atgongumerki.fo