Eg stilli upp fyri Norðoya Tjóðveldi og hevði verið takksom fyri tína atkvøðu tann 12. november, soleiðis at eg kann gera mína ávirkan galdandi í Klaksvíkar býráð fyri fólksins besta
Í Klaksvíkar kommunu er gott at búleikast, og tað er fólkið á staðnum fyri at takka. Eintaklingar kunnu gera nógv, tí øll duga okkurt, men ongin dugir alt, men saman kunnu vit útrætta nógv. Tað ræður um at fáa øll við og fáa allar borgarar at kenna seg væl í kommununi. Tað veri seg í Klaksvík, Norðoyri, Ánunum, Árnafirði, Svínoy, Syðradali, Húsum, Mikladali og Trøllanesi.
Sum býráðslimur vildi eg lagt meg eftir at lurta eftir borgarunum í kommununi, tí tað er fólkið her, sum á sínum arbeiðsplássi ella við sínum privatu avbjóðingum, hava royndirnar og tískil best kunnu vísa á tørvin á staðnum. Eg vildi arbeitt fyri eini fólkaræðisligari og savnandi kommuni, sum vil gera tað upp aftur betur at liva og virka her. Við einum góðum samstarvi við vinnulívi, eldsálum, sterkum felagsskapum og einstaklingum, eru góðir møguleikar fyri framburði. Samanhald er lykilin fyri framburði og trivnaði. Vit mugu taka væl ímóti øllum teimum, sum velja at flyta til Klaksvíkar ella bygdir í kommununi. Klaksvíkar kommuna skal rúma øllum sínum borgarum við góðum menningarmøguleikum og bestu rúmd til virkisfýsni og framburð.
Mong eru hjartamálini, men uttan trivnað, er eingin menning, tískil má trivnaður hjá borgunum raðfestast høgt. Pláss má vera fyri ymiskleika, soleiðis at øll mugu kenna seg væl í kommununi – Ung sum eldri, støk fólk sum familjur, lærd sum ólærd, alment lønt sum privat lønt, sjómenn/útisiglarar/uttanlands arbeiðandi fólk sum heimaarbeiðandi fólk, borgarar við skerdum førleikum sum aðrir borgarar við fullum førleikum, sálarliga sjúk fólk sum fólk uttan hesar avbjóðingar, fólk við likamligum heilsuligum avbjóðingum sum frísk fólk, føroyingar sum útlendingar, høg sum lág. Tað hevur alstóran týdning, at tey sum ráða í kommuni síggja virði og ríkidømi í margfeldi. Eg vil arbeiða fyri rúmligheit, ymiskleika og fjølbroytni – einari kommunu fyri øll, har fólk verða hoyrd, sædd og virðismett.
Við rúmligheit gera vit Klaksvíkar kommunu til eina kommunu, sum fólk velja at flyta til, tá ið tey skulu seta búgv. Aðalmálið er at økja um tilflytingina og minka um fráflytingina. Fyri at hetta skal kunna eydnast má arbeiði vera til allar hendur, og útbúgvingartilboð, barnaansing og fjølbroyttir bústaðarmøguleikar mugu raðfestast høgt. Fyri trivnaðin mugu vit hava ein miðsavnandi miðbý, ferðsluviðurskiftini mugu betrast, og vit mugu hava mentanarlig tiltøk fyri allar aldursbólkar og stuðla ítrótti og frítíðarvirksemi.
Fíggjarliga rásarúmið í kommuni er avmarkað orsakað av skuld, tískil er tað av alstórum týdningi, at skuldin verður goldin aftur skjótast gjørligt, og vit gera íløgur eftir førimuni. Vit mugu eisini hava eina langtíðarætlan um at lækka skattaprosentið. Málið er at hava ein sjálvberandi búskap og størri sjálvbjargni, sum tryggjar vælferðina hjá okkum og okkara eftirkomarum.
Eg stilli upp fyri Norðoya Tjóðveldi og hevði verið takksom fyri tína atkvøðu tann 12. november, soleiðis at eg kann gera mína ávirkan galdandi í Klaksvíkar býráð fyri fólksins besta.
Mildrid á Lógv
Valevni í Klaksvíkar kommunu



