Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almennur kunningarfundur um kommunuætlanina

klaksvik.fo

Mánakvøldið 21. oktober kl. 19.30 verður boðið til almennan kunningarfund í Varpinum, har greitt verður nærri frá um, hvussu Klaksvíkar kommuna fer at skipa arbeiðið við kommunuætlanini, sum í høvuðsheitinum skal mynda stóru linjurnar fram til 2040.

 

Í vár samtykti Klaksvíkar býráð, at farast skal undir eina kommunuætlan, sum m.a. skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir.

Arbeiðstilgongd

Tað eru nógvir ymiskir hættir at loysa eina slíka uppgávu, men støða er tikin til, at høvuðsorðið í hesi verkætlanini er samskapan. Tað merkir, at arbeiðið skal vera væl kjølfest í býráðnum, samstundis sum allir viðkomandi partar skulu kunnast, hoyrast og takast við í arbeiðið.

Skipað verður tí fyri almennum kunningarfundum, samrøðum í smærri bólkum, umframt at møguleiki skal vera at geva sítt íkast til verkætlanina umvegis teldupostin kk2040@klaksvik.fo 

Endamálið við fundinum mánakvøldið er at greiða almenninginum frá arbeiðinum við hesari heildarætlan, sum uttan iva verður eitt gott úrslit, um samstarvið millum kommununa og borgarin eydnast væl. 
 

Harleywoodpaint