Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gerandisdagurin skal hanga saman

Jóhanna Maria Isaksen

Gerandisdagurin skal hanga saman hjá øllum borgarum í kommununi – eisini á bygd

 

 

Klaksvíkar kommuna fevnir um nýggju bygdir, harav liggja átta bygdir í útjaðaranum. Heimbygdin, Húsar, hevur seinastu átta árini verið ein partur av Klaksvíkar kommunu, og tá tað mesta virksemið miðsavnast í Klaksvík, kemur alt ov ofta fyri, at útjaðarin í Klaksvíkar kommunu verður niðurraðfestur. Um hugt verður at orkuni, ið verður løgd í eitt nú viðlíkahald av vegi, fríðkan og kavarudding, kunnu eisini ávís øki í Klaksvík, so sum Bumshamar og Kósin, roknast at verða partur av útjaðaranum.

 

Á Húsum er gerandisdagurin javnan ávirkaður av, at kloakkarbeiðið ikki er liðugt. Til tíðir luktar so illa í skúlanum, at skúlabørnini hava verið noydd at fara úr hølunum. Hetta eru grundleggjandi viðurskiftið, sum ein kommuna eigur og skal taka hond um. Tað krevur ikki eitt stórt Biskupstorg, fyri at útjaðarin trívist, og har fólk føla seg vird og hoyrd. Tað krevur heldur, at nøkur grundleggjandi viðurskifti eru í ordan, so sum:

  • At kloakkviðurskifti eru í lagi.
  • At børn kunnu ferðast trygt til og frá skúla, barnagarði, barnaansing og frítíðarvirksemi.
  • At eldri borgarar fáa heimahjálp, har tað er tørvur á tí, og at dagtilhaldið eisini vitjar í teimum bygdum, har eldri borgarar eru.
  • At øll hús, har fólk búgva, hava veg ella gøtu, sum eru í góðum standi.
  • At lurta verður eftir, hvat staðbundnu nevndirnar í útjaðaranum hava at siga. Hesar nevndir eru valdar av borgarunum til at umboða seg í kommununi.

·      Og so at tað er ljós í lyktarpelum.

Hesir vælsignaðu lyktarpelar hava nógv at siga, í eini bygd, har fleiri summarhús standa tóm og myrk alla vetrarhálvuna.

Umstøðurnar eru ikki eins í øllum bygdum, men sum ein kommuna við fleiri ymiskum bygdum ræður um at møta ymisleikanum við virðing og opnum sinni. Tað ber ikki til at hava ein felags leist fyri allar bygdirnar í kommununi, tí tørvurin er ymiskur frá stað til stað og skal tí viðgerast ymiskt. 

Eg kann ikki tosa fyri allan útjaðaran, men eg haldi, at tað er torført at føla seg sum ein integreraðan part av Klaksvíkar kommunu, tí bygdir í útjaðaranum alt ov ofta verða niðurraðfestar ella yvirsæddar, tá kommunan skipar fyri felags átøkum. Vit ynskja eisini at verða partur av kommununi, tá ruddingar vika er, og borgarar fáa trø frá kommununi. Slík tiltøk eiga allir borgarar í Klaksvíkar kommunu at verða bodnir við til – eisini borgarar, sum búgva á Kalsoynni ella úti í Svínoy.

 

Um eg verið vald í býráðið, fari eg at arbeiða fyri:

 

  • At gera tað attraktivt hjá barnafamiljum at seta búgv uttanfyri miðbýðin
  • At eldri borgarir fáa tað hjálp teimun tørvar so teir kunna búðleikast á bygd so leingi tey vilja.
  • At vegir og gøtur eisini vera raðfest uttanfyri miðbýðin
  • Væl angandi bygdum uttan fyri Klaksvíkina, har kloakkviðurskiftini eru í ordan.
  • At ljósið eisini lýsir uttanfyri ljóskastararnar á Djúpumýru.
  • At skrelliposar og handskar vera deildir út til øll búøki í kommununi í ruddingarvikuni.
  • At blómukassar verða settir á vegin til at fríðka um og sum ferðsluforðingar, har tað er tørvur á tí.

Um tú eisini ynskir hetta

Set X við Jóhanna Maria Isaksen, listi B

Harleyfacadeacryl