Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eldraøkið krevur broytingar beinanveg

Jóhanna Syderbø Grúkaskarð

Vit muga síggja veruleikan í eyguni og leggja hugskotið um ein eldradepil til síðis eina løtu. Tí, fyrst mugu fáa basalu tænasturnar á eldraøkinum at rigga.

 

 

 

 

Eg brenni sera nógv fyri okkara eldri borgarum og teimum ið hava brúk fyri stuðli í gerandisdegnum.  Tað var eisini orsøkin til, at eg stovnaði Fjálgu.

Eg sá ein tørv, sum tað almenna og kommunala ikki bjóðar. Tað vildi eg gera nakað við. Eisini royni eg at brúka mína tíð uttanfyri arbeiðið uppá menniskju, so gott sum eg nú kann.

Støðan á gólvinum á eldraøkinum er als ikki nøktandi. Tað virkar sum fleiri ikki kenna sannleikan, og tað harmar meg stórliga.

 

Meira tíð til nærveru

Ein trupulleiki er alt ov vánalig leiðsla. Eisini fer alt ov nógv tíð til skjalfesting og tøkni, sum tekur tíðina til nærveru frá borgaranum. Tað er ójavnvág í resursum og krøvum.

Starvsfólkið røkkur illa at veita borgaranum ta grundleggjandi hjálpina. Hetta er við til drena tað roynda og fakfólkið, so tey rýma. Hesi starvsfólk hava veruliga stríðst fyri okkara eldru, og tey elska sítt starv, men tey verða køvd og sløkna.

Vit í Klaksvík hava nógvar heilsuhjálparar, heilsurøktarar og starvsfólk við drúgvum royndum, sum tíverri hava valt starvið frá. Tey vilja bert koma aftur til arbeiðis, um tey fáa betri tíð til at gera sítt arbeiði. Hetta má og skal gerast nakað við.

 

Betri umstøður til starvsfólkini

Eg vil arbeiða fyri at umstøðurnar gerast betri hjá starvsfólkunum, teimum eldri og teimum, sum hava brúk fyri stuðli og til teirra avvarðandi.

Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit fáa ein heilsurøktara í býráðið, sum brennur fyri at betra um umstøðurnar fyri allar okkara borgarar – yngri sum eldri.

Tit kunna hava álit á mær, tí dagliga vísi eg í verki í mínum arbeiði, hvussu týdningarmikið tað er at hava hjartað við í arbeiðinum, sum vit gera.

So góði borgari! Ynskir tú eina erliga og fjálga rødd og mjúkari hendur í kommununa, ja so set X við D.

 

Jóhanna Syderbø Grúkaskarð

Eitt valevni sum arbeiðir fyri tey sum eru á gólvi