Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jól í gamla Klakksvíkshandlinum

Jóhann Lützen

Norðoya Kunningarstova og Norðoya Fornminnisfelag fóru í fjør í eitt samstarv um eina spennandi  jólaverkætlan saman við framsýningarsniðgevanum Johan Holm Simonsen. Henda hugnaliga jólaverkætlanin – Jól í gamla Klakksvígshandlinum –  verður aftur í ár og letur upp leygardagin 30. nov kl 17 – 20

 

Jólaverkætlanin snýr seg í stuttum um at skapa eina enduruppliving av einum handilshúsið frá trýssunum við handli, apoteki, skrivstovum, stovum, og tann siðsøguligi aktiviteturin uttandura.

Við hesum átakinum fáa allir borgarir, eldri eins og yngri ágóðan av einari siðsøguligari livandi framsýning sum vekir góð minnir hjá eldra ættarlðnum og stimbrar áhugan og týdningin  av einari farnari tíð hjá yngra ættaliðnum.

Til samanberingar kann vísast á den Gamle By í Aarhus sum letur upp hvønn desembur og fólk koma úr øllum heiminum at vitja. Tað finnast bert 2 apotekir av hasum slagnum eftir í kongaríkinum og tað er i Den Gamle By og í Klaksvík.

Í desembur er veðrið mangan baldrut og tiskil er hetta ein sera góður møguleiki hjá borgarum at koma inn í eitt sera hugnaligt umhvørvi har siðsøguliga afturbráið festir seg í sál og sinn samstundis sum jólahugnin breiðir sína fjálgu hond yvir húsið.

Livandi framsýningin letur upp 30. nov aftaná jólatræið í Klaksvík er tendrað.