Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jólatræið í Vágstúni tendrar

Dávur Winther

Í dag verða trøini í Vágstúni og í Árnafirði tendrað kl. 16.00 og kl. 17.30.

Jólatræið í Vágstúni

Leygardagin 30. november kl. 16.00 verður jólatræið í Vágstúni tendrað.

Marjun Lómaklett, sóknarprestur og Signhild V. Johannesen halda røðu, Klaksvíkar Hornorkestur spælir hugnaligan jólatónleik.

Eisini hava vit frætt, at jólamaðurin kemur at tendra jólatræið og hevur hann biðið Trøllapætur og ommudidd um at hjálpa sær.

Teir hava eisini pakkar við til børnini.

Aftaná verður ein góður kaffimunnur í Varpinum.

Vit gleða okkum at síggja nógv fólk til hugnaligu løtuna í dag.

 

Jólatræið í Árnafirði 

Í dag, leygardagin 30. november, verður jólatræið í Árnafirði tendrað kl. 17.30.

Hanus Poulsen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Boðið verður til ein kaffimunn og hugnaløtu í gamla bygdahandlinum eftir haldið.

 

Klaksvíkar býráð