Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Halda formin við líka

Jóhann Lützen

Mjølnir kvinnurnar vandu í kvøld og eisini tveir útisetar vóru at síggja millum leikararnar

 

Hotel Djurhuus deildin er í dvala, nú jóla- og nýggjárshøgtíðirnar eru í hondum. Men tað ræður um at halda formin við líka og í kvøld vandu Mjølnir kvinnurnar í Badmintonhøllini. 

Unga liðið er í menning og spennandi verður at fylgja teimum í seinnu hálvu. Tær spæla aftur í Hotel Djurhuus deildini tann 12. januar móti KÍF.  

Tær báðar Rebekka Osberg Højsted og Anna Arnholdsdóttir, sum spæla í Danmark við Ikast KFUM Volleyball, vandu við í kvøld.