Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggja bókin hjá Páll Isholm er nú at fáa í Alfa

Alfa Bókhandil

So var hon loksins í bókabúðunum. Ársins nýggjársgáva eitur “eitt orðatak um vikuna”, og er tað Páll Isholm, ið hevur savnað orðatøk og hugleiðingar saman í eina bók.

Fyrr í dag var rithøvundurin sjálvur inni á gólvinum, og handaði nakrar bøkur.

52 orðatøk og 52 hugleiðingar. Nýggj og gomul, stutt og long, álvarsom og skemtilig. Hvat merkja tey, hvaðani koma tey, og hvussu brúka vit tey?

Bókin viðger í løttum hugleiðandi tekstum hendan livandi og spennandi partin av føroyska málinum. 

Eitt orðatak og ein hugleiðing um vikuna í eitt heilt ár.