Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Seinasta paradís á jørð á størstu filmsstevnu í Norðurlondum

Jóhann Lützen

Filmsstevnan í Gøteborg hevur í dag kunngjørt, at nýggi filmurin hjá Sakaris Stórá “Seinasta paradís á á jørð” er á Nordic Light skránni hjá teimum

 

Filmstevnan í Gøteborg er størsta filmsstevna í Norðurlondum, og hevur yvir 270.000 vitjandi. Umframt at 2.200 filmsfólk frá yvir 50 londum vitja sølustevnuna Nordic Film Market, ið er knýtt at filmsstevnuni.

Filmurin, ið hevur fyrstu almennu sýningina í Føroyum í Havnar Bio 10. apríl, fær viðmæli í skránni, sum verandi hugtakandi og hjartanemandi.

Frumsýningin verður í Bio Roy í Gøteborg 29. januar, umframt at filmurin eisini verður sýndur á Nordic Film Market dagarnir eftir.

 

Almennu sýningarnar á filmsstevnuni í Gøteborg eru:

 

  • Mikudag 29. januar – 17:30 – Bio Roy (Q&A)
  • Hósdagin 30. januar – 13:30 – Bio Roy (Q&A)
  • Fríggjadagin 31. januar – 20:15 Biopalatset 1
  • Hósdagin 1. februar – 10:00 – Biopalatset 1

 

Atgongumerki til føroysku sýningarnar sum byrja í Havnar Bio 10. apríl, eru komin til sølu á bio.fo