Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stella Polaris – tilmeldingarfreistin er 15. februar!

Tórshavnar Musikkskúli

Frá 27.-29. mars 2025 verður Stella Polaris kappingin hildin í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla. Stella Polaris er tónleikakapping fyri ungar evnaríkar tónleikarar, sum fara at framføra vand tónleikaverk fyri bæði áhoyrarum og einum dómarabólki við 5 fólkum.

 

Kappast verður í fýra ymiskum aldursbólkum. Hesir eru:

  • 0 til og við 11 ár
  • 12 til og við 15 ár
  • 16 til og við 19 ár
  • 20 til og við 24 ár

 

Stella Polaris hevur sum mál at styrkja og menna skapanargleðina hjá ungu tónleikarunum og vísa fjølbroytni í klassiska tónleikinum. 

Fyrsta kappingin varð hildin í 2014. Tey, sum hava vunnið elsta bólkin gjøgnum árini, eru:

  • 2014 – Mattias Kapnas (klaver)
  • 2015 – Alvi Joensen (gittar)
  • 2017 – Dávur Birgisson (gittar)
  • 2019 – Ernst Dánjalsson Remmel (trompet)
  • 2021 – Aksel Dánjalsson Remmel (klaver)
  • 2023 – Andrias Blaasvær (violin)

 

Stella Polaris hevur til endamáls at stuðlað og heiðrað okkara evnaríku tónleikarum, sum eru komnir langt á tónleikaleiðini. Fleiri av vinnarunum og luttakarunum teljast nú millum tey fremstu ungu tónleikafólkini í Norðurlondum.

Tilmeldingarfreistin er 15. februar 2025. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Tórshavnar Musikkskúla

Tiltakið er stuðlað av  SMS, Betri, Articon, Hiddenfjord, Christian í Grótinum, Bakkafrost og Leif Mohr.

 

Tórshavnar Musikkskúli

 

Harleyfacadeacryl