Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Aftur góður fundur hjá Løgmanni

Tjóðveldi

Løgmaður arbeiðir miðvíst við málinum um støðu Føroya í ríkinum. Forfólkini vóru aftur á fundi hjá løgmanni í gjár

 

– Tað er týðiligt at hetta málið hevur stóran politiskan áhuga hjá øllum flokkum. Eg fái ikki sagt so nógv, tí samráðingarnar eru í trúnaði.
Men eitt kann eg siga, og tað er at samstarvsviljin er sera góður, sigur Sirið Stenberg í viðmerking í morgun.

Nú er val útskrivað í Grønlandi at vera 11 mars.

Í Tjóðveldi eru vit greið um, at vit í Føroyum sjálvi skulu taka eina støðu fyri Føroyar, sum ikki er treytað av at grøndlendingar vilja hava eitt sjálvstøðugt land.

– Eg fari at fylgja væl við valstríðnum í Grønlandi, sum verður sera spennandi, sigur Sirið Stenberg.

Hóast vit ikki knýta málini saman, so fer valstríðið og úrslitið í Grønlandi at merkja málið í Føroyum.

Vit fylgja við stórum áhuga við, men arbeiða samstundis við einari semju her hjá okkum, sigur Sirið Stenberg, forkvinna.