Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Seinna hálvfinalan í steypakappingini

Oliver Joensen

Sunnudagin kl. 15.00 verður seinna hálvfinalan steypakappingini millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og Kyndil leikt í KÍ-høllini.

Fyrra hálvfinalan varð leikt í høllini á Hálsi hóskvøldið, og endaði og við einum greiðum 39-29 sigri til Kyndil, so tað skal meira enn eitt undur til, um tað skal eyðnast stjørnukvinnunum at koma í steypafinaluna.

At fáa 29 mál ímóti greiða oddaliðnum í landskappingini er í sær sjálvum nøktandi, men trupuleikin er, at mótstøðuliðini hjá Stjørnuni í nógvum dystum fáa ov nógv. Avbjóðingini hjá Stjørnuni er, at leikarnir í verjupartinum eru alt og lítið kontantir, og arbeiða ikki nóg væl fyri hvørjum øðrum. Men hetta er avgjørt nakað, okkurt gerast kann við.

Hóast sigast kann, at Kyndil undan dystinum sunnudagin hevur meira enn annað beinið í steypfinaluni, so kann tað gott gerast ein undirhaldandi dystur, tí í løtum spældi Stjørnan fult upp ímóti Kyndil í høllini á Hálsi hóskvøldið.

Harleyfacadeacryl