Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Almenn áheitan frá grønu skótunum

Jóhann Lützen

Liggja tit inni við myndum og øðrum tilfarið, frá tí tit vóru “grønir” dreingja- ella gentuskótar frætta vit fegin frá tær

 

Í ár kunnu grønu skótarnir í Klaksvík hátíðarhalda, at tað í ár eru liðin 80 ár síðani KFUM skótarnir vóru settir á stovn, og somuleiðis í fjør vóru 65 ár síðani KFUK skótarnir í Klaksvík vóru settir á stovn.

Leiðslan fyri skótarnir hevur tí gjørt av at hátíðarhalda dagarnar við einum føðingardags tiltakið í Varpinum eftir flaggdagshaldið 25. apríl 2025.

Ætlanin er at hava ymiskt á skránni: ábit, røður og eina framsýning, sum lýsir skótaarbeiði gjøgnum tíðina, og ætlanin er, at framsýningin skal verða opin alt vikuskifti 25. til 27. apríl 2025.

Í hesum sambandi hava grønu skótarnir brúk fyri myndum og møguligum skriftligum tilfarið til framsýningina.

Liggja tit inni við myndum og øðrum tilfarið, frá tí tit vóru “grønir” dreingja- ella gentuskótar frætta vit fegin frá tær.

Tilfarið kann sendast til: klaksvik.scouts@gmail.com

 

Vegna fyrireikaranar Monica Mari Ziska 592093, Rósa Petersen 286480 og Sanna Brandal 229636.

Harleywoodpaint