Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: KÍ vann 2-1 í síðsta venjingardystinum

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Liðini løgdu nógv fyri í vindinum við Djúpumýrar, tá KÍ vann 2-1.

KÍ var samanlagt kanska betra liðið, men NSÍ gav dygga mótstøðu. Bæði liðini løgdu nógv fyri og góvu dómaranum eina trupla uppgáva. Ein uppgáva sum er eyka trupul í venjingardystunum, tá leikararnir ikki fáa nakra revsing fyri t.d. gul kort.

Onkur góð álop vóru, men teknisku mistøkini vóru eisini fleiri í verjuni hjá báðum liðum. Tvey av málunum komu uppá beinleiðis fríspørk, meðan málið hjá Filip Brattbakk kom eftir, at NSÍ-verjuleikari misti bóltin.

 


KÍ-NSÍ 2-1

1-0: Patrik Johannesen (Upplegg: Árni Frederiksberg)

2-0: Filip Brattbakk

2-1: Brandur H. Olsen

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Adam Ben Lamin, Claes Kronberg – Hallur Hanssson, René S. Joensen – Árni Frederiksberg, Patrik Johannesen, Filip Brattbakk – Páll A. Klettskarð. Seinni komu hesir inn: Sebastian John, Deni Pavlovic, Ahmed Latif, Jákup B. Andreasen, Jonn Johannessen, Mads Boe Mikkelsen og Dávid B. Andreasen á vøllin.