Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ fekk HB í steypakappingini

Jákup Ósá

Eins og í fjør, so skal KÍ møta HB í fyrsta umfarinum í steypakappingini.

KÍ hevur síðstu seks árini fingið torfør lutakøst fyrstu umførini í kappingini um løgmanssteypið. Við undantaki av 2022, tá KÍ eisini kom í finaluna. Og hóast tað átti at verið minst líka torført fyri mótstøðuliðini, so er okkurt við steypakappingini sum ger, at KÍ ikki avrikar, tá ástendur í steypadystum, har taparin rýkur út.

Hesaferð trekti KÍ útidyst móti HB, sum júst hevur vunnið stórsteypið móti meistarunum úr Víkingi. Dysturin verður millum 7. og 9. apríl. Vinnarin fær heimavøll í fjórðingsfinaluni móti vinnaranum av 07 Vestur-B36.