Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Óbroytt í toppi og botni

faroechess.com

Havnar Telvingarfelag hevur nú góðar møguleikar at endurvinna FM-heitið í talvi.

 

Havnarmenn vunnu í dag 3 – 1 á klaksvíkingum, og eru tí í roynd veru bara eitt stig frá at endurvinna FM-heitið. Avgerðin fellur, tá oddaliðini møtast í síðsta umfari um tvær vikur.

Avgerðin um niðurflyting verður eisini at bíða til seinasta umfar. Botnliðini Kollafjørður og Havnin B telvaðu javnt sínamillum í dag, og í stigum stendur eisini á jøvnum teirra millum.

Sandavágsmenn høvdu fingið sín dyst framskundaðan, tí tveir av telvarunum spældu dystir í Betri-deildini í fótbólti í dag. Vágamenn vunnu 3-1 á Klaksvík B. Veteranarnir hjá klaksvíkingum hildu tørn. Haldur fekk herfyri remis móti Helga Dam Ziska, í dag endurtók hann kynstrið móti Høgna Egilstoft Nielsen. Wille Olsen, sum er ósigraður í vetur, fekk eisini remis.

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska var burturstaddur í dag, men siglingarmaðurin Martin Poulsen var afturfyri tøkur, og kærkomin styrkur hjá havnarmonnum. Føroyameistarin vann dystin á 1 borði, og 3-1 sigurin má sigast at vera nøktandi úrslit hjá oddaliðnum.

Javnleikurin millum botnliðini ber í sær, at stórur spenningur valdar fyri seinasta umfar.

 

 

1 deild (9 umfar)

Havnin – Klaksvík 3 – 1
Luitjen A. Apol – Ólavur Simonsen 1 – 0
Martin Poulsen – Rani Baldursson 1 – 0
Carl Eli Samuelsen – Heðin Gregersen 0 – 1
Sjúrður Thorsteinsson – Terji Petersen 1 – 0

Klaksvík B. – Sandavágur 1 – 3
Haldur S. Johansen – Høgni Egilstoft Nielsen ½ – ½
Finnbjørn Vang – Silas Eyðsteinsson 0 – 1
Wille Olsen – Jón í Horni Nielsen ½ – ½
Tummas M. Sólsker – Torkil Nielsen 0 – 1

Havnin B. – Kollafjørður 2 – 2
Herluf Hansen – Árant Djurhuus 0 – 1
Margar Berg – Rógvi Mørkøre 0 – 1
Elias Petersen – Karl M. Dahl 1 – 0
Heiðrikur Jacobsen – Markus Jacobsen 1 – 0

Støðan
Havnin 29 stig
Sandavágur 26½
Klaksvík 20½
Klaksvík B. 12
Havnin B. 10
Kollafjørður 10

 

 

Vágamenn flyta upp

Nú er greitt, at Sandavágs Talvfelag flytur upp úr 2 deild og fer at hava tvey lið í fremstu deildini komandi kappingarár.

Sandavágs Talvfelag er fýra stig framman fyri liðið á øðrum plássi fyri seinasta umfar. Klaksvíksliðið er hitt einasta, sum hevur ein teoretiskan møguleika at fáa Sandavág aftur sum oddalið, men klaksvíkingar hava sum er tvey lið í fremstu deildini.

Afturfyri er nakað av spenningi um hvør loftar sær undan niðurflyting í botnstríðnum.

 

2 deild (9 umfar)

Havnin B. – Sandavágur 2 – 2
Súni Jacobsen – Bernhard Augustinussen ½ – ½
Petur G. Magnussen – Jón Atlason ½ – ½
Brestir Samuelsen – Ingi Wiberg ½ – ½
Eyðun L. Staksberg – Jónfinn Thomsen ½ – ½

Klaksvík – Toftir 2 – 2
Einar Gregersen – Andrias Danielsen 1 – 0
Rókur Davidsen – Bogi Ziska 0 – 1
Flóvin M. Tummasarson – Andreas Andreasen 1 – 0
Rógvi H. Olsen – Jógvan I. Hansen 0 – 1

Kongshavn – Havnin A. 1½ – 2½
Brandur Højgaard – Arnbjørn Ó. Dalsgarð 1 – 0
Meinhard Danielsen – Øssur Joensen ½ – ½
Zaid Al Jay – Óli Joensen 0 – 1
Gunnleif Rasmussen – Poul Poulsen 0 – 1

Støðan
Sandavágur 23½ stig
Klaksvík 19½
Toftir 19
Havnin B. 19
Havnin A. 14
Kongshavn 13½

 

 

Rókur ella Gøta

Stórur spenningur er í 3 deild. Kappingin stendur millum sundalagsmenn og gøtumenn. Oddaliðini møttust í dag, og her eydnaðist gøtumonnum at vinna. Úrslitið ber í sær, at dysturin um uppflyting stendur púra opin.

Reinhold Isaksen kláraði óvæntað at syfta Martin Brekká á 1 borði í toppdystinum í dag. Sama gjørdi Hardi Hansen við Kim Durhuus á 3 borði. 

Kollafirðingar skulu ikki avskrivast heilt, teir kunnu lumpa bæði oddaliðini, fáa tey gummibein í síðsta umfari.

Vestmenningar eru ikki partur av oddastríðnum. Nógv er broytt í felagnum við stoltu talvsøguni. Hvar eru allir telvararnir í Vestmanna? Jákup á Rógvi, Samson Højgaard, John Jacobsen, Kári Durhuus, Petur Højgaard, Jákup Durhuus, Jón Mikkelsen o.s.fr.?

 

3 deild (9 umfar)

Rókur – Gøta 1½ – 2½
Martin Brekká – Reinhold Isaksen 0 – 1
Sámal Christiansen – Petur Páll Mikkelsen 1 – 0
Kim Durhuus – Hardi Hansen 0 – 1
Gunnar Joensen – Petur Larsen ½ – ½

Havnin – Kollafjørður 1 – 3
Jaspur Gaard – Alvin Joensen 0 – 1
Jóhan E. Hansen – Ingi Højsted 0 – 1
Ronny í Lon – Virgar Fagraklett 0 – 1
Jóhan Sivertsen – Signar Kristiansen 1 – 0

Vestmanna – Sandavágur – 1 – 3
Hanus Ingi Hansen – Hans Kári Hansen ½ – ½
Fróði Skúvadal – Hjalti Petersen ½ – ½
Jóhan Vørmadal – Jákup av Túvuvølli 0 – 1
Reidar Egilsnes – Axel Poulsen 0 – 1

Støðan
Rókur 22½ stig
Gøta 22
Kollafjørður 20½
Vestmanna 18
Sandavágur 14½
Havnin 10½

 

Klaksvíkingar bestir

Tíggju lið kappast í 4 deild.Her eru klaksvíkingar bestir.

 

4 deild (8 umfar)

Sandavágur A. – Klaksvík 1½ – 2½
Toftir – Strendur B. 2 – 2
Sandavágur B. – Rókur 2 – 2
Havnin – Strendur A. ½ – 3½
Gøta – Suðuroy útsettur

Støðan
Klaksvík 24½
Strendur A 20½
Sandavágur B. 19
Sandavágur A. 17
Rókur 17
Gøta 13
Suðuroy 12
Havnin 11
Strendur B. 11
Toftir 11 

Landskappingin í talvi endar um tvær vikur. Dystirnir í seinasta umfari verða telvaðir leygardagin 22 mars. Tá verður byrjað klokkan 11 fyrrapart. Ætlandi verður endabresturin avgreiddur sum eitt stórt felagsumfar.